Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ hevur fýra tap á rað í Havn

Jákup Ósá

Sunnudagin skal KÍ royna at venda vánaligu hagtølunum í Havn, sum byrjaðu fyrsta dystin í 2024.

KÍ hevur fram til 2024 sum heild staðið seg lutfalsliga væl í Havn síðstu árini. Men 2024 var eitt sera vánaligt ár hjá KÍ í Havn, og tað var í grundini har, at KÍ misti FM. Tí KÍ tapti allar fýra dystirnar í Havn, harav tríggjar landskappingardystir. Tað merkir, at av teimum fýra tapunum hjá KÍ í landskappingini í 2024 komu trý í Gundadali. 

2024: B36-KÍ 2-0

2024: HB-KÍ 1-0

2024: HB-KÍ 3-0

2024: HB-KÍ 3-2 (stórsteypið)

 

Sunnudagin kl. 15.00 spælir KÍ í Gundadali móti B36.