Í gjár var árligi aðalfundurin hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Eini 50 fólk møttu til fundin, har tikið var samanum kappróðrarárið 2024
Sera nógv virksemi er í felagnum og sigast má, at kappróðurin í Klaksvík blómar. Nevndarval var eisini á skrá, og nevndin hevur skipað seg eins og undanfarnu setu.
– Sonja Kjølbro, forkvinna
– Magnus Norðberg, næstformaður
– Hansina F. Joensen, kassameistari
– Olevina Sundsskarð, skrivari
– Kristian Mikkjalsson, nevndarlimur
– Bárður Juul Arge Jacobsen, varalimur
– Jeggi Lorenzen, varalimur
Koyr á KRF 2025



