Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Donald Trump vitjar í Klaksvík

Jóhann Lützen

Vága Floghavn váttar, at tey hava fingið ein fyrispurning frá Hvítu Húsunum um at lata trý privatflogfør lenda í Vágum einaferð í summar. Talan verður tó ikki um Airforce One, men nakað minni flogfør. Endalig dagfesting er ikki ásett enn.

Á sínum egna sosiala miðili, TruthSocial, skrivar amerikanski forsetin, at hann er gjørdur varugur við, at bæði í Danmark og Grønlandi hava stór mótmæli verið ímóti amerikonskum vitjanum í Grønlandi, men at onki mótmælistiltak hevur verið í Føroyum, og hetta tekur hann sum tekin um, at amerikonsk hjávera er meira vælkomin í Føroyum enn í restini av ríkinum.

Orsøkin til, at valið fellur á júst Klaksvík, er, at fyrrverandi amerikanska sendikvinnan, Carla Sands, hevur vitjað Klaksvík áður og hevur viðmælt forsetanum áhugaverd støð í býnum at vitja. Norðlýsið gjørdi samrøðu við Carlu Sands í 2020 og tá vónaði hon at fáa Donald Trump til Klaksvíkar og nú verður tað veruleiki.

Men eisini nevnir forsetin, at fiskiveiðiavtalan við Russland er ein orsøk:

– ”Á túrinum vilja vit fegin koma í samband við vinnulívsfólk (“great entrepreneurs”) í Føroyum og lodda dýpið fyri, um vit kunnu bjóða teimum eina betri avtalu enn ta, tey hava við Putin”, sigur Donald Trump.