Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dystarveðrið KÍ – HB

Hanus Kjølbro

Byrjandi við veðrinum í morgun nakað fyri middag, so kemur hann høgt – t.e. norðan – vindferðin er minni enn 10 m/s, í erva er grátt, og okkurt ælið við sirmi er at síggja.

Hitalagið er farið nakað niðureftir teir seinastu dagarnar, og í morgun er um tey 5 stigini. Luftin, vit merkja í dag, kemur allan vegin úr Norðurgrønlandi.

Veðrið fer ikki at broytast tað nógva hetta til dysturin byrjar klokkan trý. Tó eitt sindur. Vindferðin fer helst eitt lítið sindur upp um teir 10 m/s, og tað verður eitt sindur tættari millum ælini.

Tá ið dystur er seinnapartin í dag á Djúpumýru millum KÍ og HB fer at vera eitt lot inn eftir vánni, 8 til 13 m/s, fjallatopparnir fjaldir í gráum skýggjum og okkurt ælið. Hitin 5-6 stig.

Góðan dyst – og KOYR Á KÍ.