Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini

Jákup Ósá

Tað eru liðini við hægsta miðalaldrinum, sum mynda FM-stríðið í ár.

KÍ hevur hægsta miðalaldurin í deildini og til onkran dyst hevur miðalaldurin í KÍ-uppstillingini verið 30,9 ár. NSÍ hevur liðið við næst hægsta miðalaldrinum og onkran dyst hevur miðalaldurin hjá NSÍ verið 27,9 ár. KÍ-arnir eru tí í miðal væl eldri.

Um tað er gott ella ringt fáa vit at vita fríggjakvøldið, tá NSÍ-KÍ bresta saman í toppdysti kl. 20.00. Bláa Bylgjan skipar fyri ókeypis busstúri fyri KÍ-áskoðarar, har tilmelding er á síðuni hjá Blau Bylgjuni á facebook.