Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dystarveðrið NSÍ – KÍ

Hanus Kjølbro

Byrjandi við veðrinum higartil í dag, so hevur hann ligið av útsynningi suðuri. Vindferðin hevur ligið um 5 til 10 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin er upp í 13 stig, har ættin lívir. Flestasteðs eru 10-11 stig.

Hetta til dysturin byrjar kann bert roknast við einari broyting, og tað er, at eitt brúgvalag við regni fer at leggja seg oyggjarnar tíðliga í kvøld. Tað fer ikki at regna illa, men helst eitt sindur.  

So, tá ið dystur er í kvøld við Løkin í Runavík millum NSÍ og KÍ, fer tað at vera eitt lot av útsynningi suðuri – t.e. oman av heyggjunum sunnan fyri Svangaskarð og so horn úr horni eftir vøllinum inneftir. Vindferðin 5 til 10 m/s, loftið skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin fer at liggja um tey 10 stigini.

Hetta eru hampuliga góð líkindi at spæla fótbólt, og veðrið fer ikki at órógva spælið nakað serligt.

Gott hugskot hjá teimum, sum hyggja, at lata seg væl í eftir veðrinum.  

Góðan dyst – og KOYR Á KÍ.