Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dan Brimsvík ferdigur í 07 Vestur

Jóhann Lützen

Nevndin í 07 Vestur og Dan Brimsvík eru í dag vorðin samd um at enda samstarvið, skrivar 07 Vestur á sínum facebook vanga

 

Soljóðandi skriv er júst lagt út á facebook-vangan hjá 07 Vestur

07 Vestur og Dan Brimsvík fara hvør til sítt
Nevndin í 07 Vestur og Dan Brimsvík eru í dag vorðin samd um at enda samstarvið.
Vit eru sera hørm um at verða komin hartil, men úrslitini hava ikki verið eftir vild og tað er eyðsæð at okkurt má gerast, fyri at venda gongdini, sigur Jens Kristian Haraldsen formaður í 07 Vestur.
Vit vilja takka Dan fyri samstarvið og tað orku hann hevur lagt í sít arbeiðið sum høvuðsvenjari hjá 07 Vestur.
Arbeiðið við at finna nýggjan venjara er farið í gongd og vit vænta at hava eina loysn klára innan stutta tíð.
Til nýggjur venjari er settur, fer Sigtór Petersen at standa við ábyrgdini av Betri-monnum.