Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jógvan við Keldu fær borgmeistaraketu frá Sparikassanum

Jákup Andreasen

Nógv var gjørt burturúr í 1983, tá Klaksvíkar Kommuna hátíðarhelt 75 ár sum sjálvstøðug kommuna saman við bygdunum Árnafjørð, Strond, Ánunum og Norðoyri.

 

Í sambandi við hátíðarhaldið fekk kommunan eina prýðiliga “borgarstjóraketu” í føðingardagsgávu frá Norðoya Sparikassa, sum var fyrsta borgarstjóraketan í Føroyum, hóast londini uttanum okkum høvdu havt tílikar í nógv ár.

Myndin varð tikin í sambandi við hátíðarhaldið, tá Jógvan fær ketuna frá umboðum fyri Sparikassan. Umframt Jógvan eru hinir menninir Álvur Klakk, nevndarformaður í Norðoya Sparikassa og Brynjálvur Jacobsen, stjóri í Sparikassanum.

75 ára haldið varð hildið í fimm dagar og varð sett í Christianskirkjuni. Hetta var helst fyrstu ferð, at Nólsoyar Pálsgøta var skipað við longum morgunmatarborði leygarmorgunin í vikuni, og gestir vóru komnir frá øllum vinarbýunum.

Av tiltøkum í sambandi við hátíðarhaldið kann eg nevna, at m.a. vóru skótar hvørt kvøld norðuri í Kunoyarnesi og kyndu eldar sum sýndu býarmerki í stórari stødd, og seinasta kvøldið skipaði Ólavur Klakk fyri konsert í skúlagarðinum.

Norðlýsið eigur myndina.