Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

North Atlantic Camp venjingarlega í Íslandi

Jóhann Lützen

Í gjár fór ein hópur við 11 U15 og U17 badmintonleikarum til Akranes í Íslandi á North Atlantic Camp badmintonleguna. Luttakararnir eru U15 og U17 badminton leikarar úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Hetta hevur verið eitt afturvendandi tiltak í nógv ár, sum varð uppafturtikið í fjør.

 

Eftir at legan datt niðurfyri av koronafarsóttini, so byrjaðu vit aftur í 2024, tá legan var í Føroyum. Legan er stuðlað av Badminton Europe.

Í ár eru tilsamans 31 leikarar við, 11 úr Føroyum, 10 úr Íslandi og 10 úr Grønlandi.

Høvuðsvenjarin á leguni er Pontus Rydström, og afturat sær hevur hann 2 venjarar úr hvørjum landi.

 

Úr Føroyum eru hesir leikarir við:

  • Bryna á Borg, HBF
  • Hansina Eysturtún Mouritsen, HBF
  • Inga Guðrin Samuelsen, HBF
  • Tóra Erlandsdóttir, HBF
  • Boas á Reynatrøð, KBF
  • Jóhannus Lamhauge, KBF
  • Jónas Festirstein Dam, KBF
  • Mannbjørn Eysturtún Mouritsen, HBF
  • Óðin Eldevig, HBF
  • Sólfinnur Funding Luid, HBF
  • Tístram Hammer, HBF

 

Venjarar og ferðaleiðarar eru

  • Joanita Rasmussen og Jónas Vágsheyg.