Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

U21: Føroyar í HM hálvfinaluni

Jóhann Lützen

U21 manslandsliðið hjá Føroyum vunnu 35-33 á Slovenia í kvøld. Portugal bíðar í hálvfinaluni.

 

Okkara menn halda á við at taka øll av bóli. Í dag sást beinavegin at okkara lið var betri enn liðið úr Slovenia. Støðan var 19-13 til Føroyar í hálvleikinum. Vit høvdu munin at kalla allan dystin og spurningurin var bert um vit kláraðu at halda høvdið kalt og koyra sigurin í hús – og tað gjørdu vit. 

Málmaðurin Alexandar Lacok gjørdist dagsins leikari, hann hevði eitt bjargingarprosent á 40! Óli Mittún varð mansvardur mesta partin av seinna hálvleiki, men tað tóktist ikki nerva føroyaska spælið – vit komu til kjansir og skorðaðu uppá teir flestu. 

U21 liðið hjá føroyum skrivaðu sostatt søgu í kvøld, tá hetta gylta ættarliðið megnaði at spæla seg í hálvfinaluna. Nú eru góðir kjansir at fáa heiðursmerki, vit byrja í morgin í hálvfinaluni móti Portugal. 

 

Harleyfacadeacryl