Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bronsudystur á Skúlatrøð!

Jóhann Lützen

Team Klaksvík bjóðar til bronsudyst á Skúlatrøð í morgin

 

U21 Landsliðið hjá Føroyum skal spæla ímóti Svøríki.

“Tiltakið var sera væl móttikið í gjár, og ynsktu fleiri at vit skipa fyri at vísa bronsu dystin sum verður í morgin klokkan 16:00. Tí ynskinum fara vit at ganga á møti. Vónandi møta nógv fólk aftur til eitt brak av einum dysti aftur í morgin.” sigur formaðurin Jón Jacobsen

Team Klaksvík hevur kaffisølu v.m. Harumframt fara tey at selja lutaseðlar, har vinningurin er atgongumerkir til Norðfestivalin (Heimsins vakrasta festival).

Møtið fjølment til eitt brak av einum dysti.

Dysturin byrjar klokkan 16:00. Dyrnar lata upp klokkan 15:30.