Mjølnir skal spæla móti Sliedrecht Sport úr Hollandi í Challenge Cup
Sliedrecht Sport er flogbóltslið úr býnum Sliedrecht. Teirra kvinnulið hevur serliga gjørt seg galdandi, meðan menninir ikki hava verið eins frammalaga í hollendskum flogbólti.
Hetta er aðruferð at Mjølnir skal til Hollands, tí í 2023 leiktu Mjølnir móti Numidia VC Limax úr býnum Linne í Hollandi.
Dystirnir verða leiktir í november.



