Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: KÍ-SJK

Jákup Ósá

Í kvøld spælir KÍ altjóða dyst á heimavølli móti formsterkasta liðnum í Finnlandi, SJK.

Á liðnum hjá SJK kenna allir fótbóltsáhugaðir føroyingar minst ein leikara. Tað er føroyski Samuel Chukwudi, sum væntast at byrja inni í miðverjuni. Hjá KÍ eru allir leikarar tøkir uttan møguliga Jonn Johannessen, sum er ivasamur.

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 19.45. Dómari verður Wojciech Myc úr Póllandi.