Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Havnar Róðrarfelag og Klaksvíkar Róðrarfelag fingu flest heiðursmerki

Jákup Ósá

Havnar Róðrarfelag vann flest gull heiðursmerki, meðan Kollafjarðar Ítróttarfelag vann næstflest gull heiðursmerki.

Tað endaði ikki eins væl hjá Klaksvíkar Róðrarfelag (KRF), sum tað sá út fyrr í summar. Taka vit t.d. varmakeldu, sum var 4. stevna, so vann KRF fýra róðrar tann dagin av teimum níggju, sum eru, tá vit hava talt barnaróður og masters frá. KRF ’’misti’’ trý meistaraheiti síðstu tvær stevnurnar. Hyggja vit eftir samanteljing av heiðursmerkjum, so fekk KRF flest saman við Havnar Róðrarfelag (KR) við fimm heiðursmerkjum. HR vann flest gull heiðursmerki (3). Sí talvu niðanfyri.