Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nik & Jay koma við øllum tí besta

Jóhann Lützen

Nik & Jay eru komnir til Føroya og gleða seg til at skapa stóra veitslu á Vágsbø hóskvøldið

 

Nik & Jay og fylgi teirra komu mikukvøldið til Føroya í øllum góðum og í góðveðri. Teir spæla á Summar Festivalinum hóskvøldið.

– Vit eru sera fegnir um, at vit hava fingið møguleikan at koma aftur til deiligu Føroyar, og vit hava fingið fantastiska móttøku. Vit ætla okkum at skapa eina stóra veitslu á Summar Festivalinum, siga Nik & Jay.

– Vit eru mitt í einari festivalkonsertferð, og vit hava alt okkara show við til Føroyar. Tað er líkamikið, um vit spæla í Skanderborg ella Malagá ella í Klaksvík. Vit koma við øllum tí besta, sum vit hava, siga teir.

Fyriskipararnir siga, at sera nógv fólk ætla sær á Summar Festival, og tí heita teir á fólk um at fáa sær armband uppá áðrenn festivalin, um tað ber til. Og tað ræður um at koma í góðari tíð hóskvøldið, tí tað kunnu koma køir við inngongdina áðrenn konsertina við Nik & Jay.

Nik & Jay spæla á Vágsbø hóskvøldið kl. 22.