Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Andy Olsen á poker-finaluborðinum

Jóhann Lützen

Vit hava fingið orðið á Andy Olsen undan finaluni í ídag

 

Andy Olsen býr í Klaksvík, men í dag er hann í Keypmannahavn, har hann skal spæla á finaluborðinum um DM í poker. Teir eru níggju í tali og teir byrja kl. 15. Vit hava fingið orðið á Andy undan finaluni. 

Vit spyrja hann um hvønn taktikk, um nakran, hann ætlar at brúka við finaluborði í dag. 

– Blindini eru sera høg, og eg eri klárur yvir at heldfakturin tá er stórur. Fari bara inn fyri at spæla so væl eg kann, og eri als ikki bangin fyri at gera okkurt býtt, sigur Andy. 

– Hetta hevur verið ein hyggeligur túrur við næstan 30 føroyingum, og eg eri glaður fyri vinmenninir Ragnar og Jógvan eisini komu langt, sigur Andy við Norðlýsið. 

Vinnarin fær 1.100.000 krónur! Andy hevur í minsta lagi tryggja sær 98.000 krónur í vinningi. 

Vit leggja eina leinkju út seinni í dag, har til ber at fylgja við hvussu leikur fer. 

Harleyfacadeacryl