Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og eftirlitsskipanin á suðuroyarleiðini kostað tí almenna og Strandferðsluni  higartil?

Miðflokkurin

Í júst hesum døgum, har orð (s)um sparingar, nýskipanir (reformar), haldføri, effektiviseringar, nýskipanarnevnd  v.m. flúgva um oyru okkara, hevði verið áhugavert at frætt, um samband er millum teori og praksis á økinum. Er t.d. skil í tí “kontrollsystemi”, sum er sett í verk á suðuroyarleiðini, ella er talan um, sum mong vilja verða við, tað bera oyðsl.

Skrivligur fyrispurningur

eftir § 52a í Tingskipanini

 

 

Spyrjari:  Jenis av Rana, løgtingsmaður

 

Svarari:  Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum

 

Evni: Bíleggingar- og eftirlitsskipanin á suðuroyarleiðini

 

 

Spurningar:  

 

 

1.     Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og eftirlitsskipanin á suðuroyarleiðini kostað tí almenna og Strandferðsluni  higartil?

2.     Hvussu nógv verður rindað fyri bíleggingar- og eftirlitsskipanina um mánaðin?

3.     Hvussu mong starvsfólk eru dagliga knýtt at nýggju skipanini?

4.     Eru útlit til, at kostnaðurin minkar, sum tíðin líður?

5.     Er vissa fingin um, at ikki aðrar skilabetri, vitanargrundaðar, minni órógvandi og bíligari skipanir eru (eitt hugsað dømi er t.d. mynda- og videoskipanirnar, sum verða brúktar í gjaldstunlunum)?

 

Viðmerkingar.

Í júst hesum døgum, har orð (s)um sparingar, nýskipanir (reformar), haldføri, effektiviseringar, nýskipanarnevnd  v.m. flúgva um oyru okkara, hevði verið áhugavert at frætt, um samband er millum teori og praksis á økinum. Er t.d. skil í tí “kontrollsystemi”, sum er sett í verk á suðuroyarleiðini, ella er talan um, sum mong vilja verða við, tað bera oyðsl.

 

 

 

 

 

Á Løgtingi, 10. september 2025

 

Jenis av Rana