Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dagføring: Mold- og eyrgoymslan fyribils flutt

klaksvik.fo

Móttøka av mold og eyri verður avskipað á Fløtum til og við 3. okt. 2025

 

Vegna umskipan av mold- og eyrgoymsluni á Bumsharmi verður øll móttøka av mold og eyri avskipað uppi á Fløtum í Klaksvík. 

Avgrevsturin skal skiljast, so at mold, eyrur og grót verður lagt hvør sær, og alt tilfarið skal leggjast út í samráð við arbeiðsfólkið á staðnum.

Koyrt verður niðan til tyrlupallin har ein fyribilsvegur leiðir ferðsluna niðan á uppdyrkingarvegin á Fløtum.

Urtagarðsleivdir so sum greinar og trø kunnu tó burturbeindast á Bumshamri.

Eru spurningar ella ivamál vinaliga seti tykkum í samband við Grótbrotið á tlf. 228280 ella Miðlan tlf. 410000.