Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Spennandi samstarv millum TSK og Klaksvíkar Sjònleikarafelag

Jóhann Lützen

Næmingar á yrkisnámi á Tekniska Skúla eru í morgun farnir í Varpið at hjálpa til við uppsetan av pallmyndini til leikin Friður á pallinum, ið verður sýndur seinni í oktober

 

Næmingar á yrkisnámi á Tekniska Skúla eru í morgun farnir í Varpið at hjálpa til við uppsetan av pallmyndini til leikin Friður á pallinum, ið verður sýndur seinni í oktober.

Næmingarnir sleppa at royna seg innan ymisk evni á yrkislærugreinunum.

  • Ísetan av hurðum og vindeygum 
  • Trappur, rimaverk og svalar
  • Konstruktiónir
  • Avseting
  • Arbeiðsumhvørvi, góðskutilvitan og tilfarslæru

 

Tað er hugaligt hjá næmingunum at sleppa at brúka sínar førleikar og at úrslitið av teirra arbeiði sæst aftur í einum stórum flottum sjónleiki umframt at tað er ein stórur fyrimunur fyri Klaksvíkar Sjónleikarafelag at vit fáa serkøna hjálp at byggja ein so krevjandi pall, sigur Súsanna Olsen forkvinna í Klaksvíkar Sjónleikarafelag.

 

Listamaðurin Edward Fuglø hevur sniðgivið pallmyndina til leikin Friður á pallinum.