Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Havnar bio og KVF gera nýtt samstarv um barnafilm

KVF

Svenski klassikarin Palli Halaleysi um góðsliga kettlingin við ongum hala verður nú á føroyskum í biografinum

 

Kringvarp Føroya og Havnar bio samstarva aftur í ár um at vísa barnafilm í biografinum. Í fjør var tað klassikarin Klintrimús og hini dýrini úr Vallbakkaskóginum, sum setti met í forsølu, og síðani megnaði at selja metnógv atgongumerki. Hesa ferð er tað søgan um Palla Halaleysa, sum er týdd, og øll, sum eru við, tosa nú sum vit – føroyskt.

Filmurin hevur einki aldursmark, og hann egnar seg tí væl til øll børn og barnsligar sálir.

Palli Halaleysi verður sýndur í biografinum frá 9. oktober og verður sjálvandi eisini sendur í sjónvarpinum og tøkur á pallum Kringvarpsins seinni í ár. 

Les meira her. 

Harleywoodpaint