Søguliga reyða kortið hjá Páll Klettskarð er komið í KÍ hjallin at hanga
Tað eru ikki bara góð krov, sum verða hongd upp í hjallar í hesum døgum.
Søguliga reyða kortið hjá Páll Klettskard er nevniliga komið upp at hanga í KÍ hjallinum hjá Niels Olaf Sølvará.
Páll Klettskarð fekk sítt fyrsta og einasta reyða kort í dystinum móti 07 Vestur tann 3. oktober.
Niels Olaf Sølvará hevur fingið kortið frá dómaranum Dagfinn Forná.



