Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vónbjørt Vang vunnið bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum

Jóhann Lützen

Fyri fyrstu ferð síðani 1986 hevur ein føroyingur vunnið bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Tað er yrkingasavnið “Svørt orkidé” eftir Vónbjørt Vang, ið hevur vunnið. Vónbjørt hevur sterkar røtur í Norðoyggjum.

Áður hava William Heinesen og Rói Patursson vunnið bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins; William fyri Det Gode Håb í 1965 og Rói fyri Líkasum í 1986. Líkasum er, eins og Svørt orkidé, eitt yrkingasavn. Av føroyingum hava bert hesi trý – William, Rói og Vónbjørt – vunnið hesa virðisløn, og Vónbjørt Vang er fyrsta føroyskan kvinnan at vinna heiðurin.

Svørt orkidé er tó ikki bert eitt yrkingasavn, tí savnið inniheldur umframt yrkingar sitat, brot úr dagbókum og samansettar myndir. 

 

Harleyfacadeacryl