Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Amanda Hansen 100 ár

Synirnir

Móttøka verður í dag 23. juni fyri Amandu frá kl. 1700 til 1900  í Smæruni, Kjalarvegur 48, 700 Klaksvík

 

Hon var gift við Karl Hansen, snikkarameistara, ið andaðist í 1993. Hon vaks upp á Vágheygum og er dóttur Trinu úr Glasstovuni í Árnafirði og Jákup F. Mikkelsen úr Heimistovu á Uppsølum. Amanda og Karl fingu 4 synir: Jákup, sum býr í Havn, Jens sum býr í Tjørnuvík, Rana og Finn, sum báðir búgva í Klaksvík.

Amanda er tann 8’anda av 11 systkjum, men nú er bert Amanda eftir á lívi. Amanda er rættuliga minnisveik og hevur ilt við at tosa.

Mestan partin av lívi sínum búði hon í Bøgøtu 50, men seinni árini hevur hon búð á Norðoya Ellis- og vistarheim (gomlu húsini hjá Evald Kjølbro á Garðarvegi)

Móttøka verður fyri Amandu 100 ára føðingardagin frá kl. 1700 til 1900  í Smæruni, Kjalarvegur 48, 700 Klaksvík.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Synirnir við húski.

Harleyfacadeacryl