Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Julian Gregersen hevur sett eitt knúsandi nýtt met á kongateininum í frælsum ítrótti

Rani Nolsøe

Tað gjørdi hann, nú hann júst hevur runnið Valencia marathon og betrað gamla metið hjá Absalon Hansen við heili seks minuttum!

 
 

Endatíðin gjørdist 2:21:30. Gjøgnum alla renningina megnaði Julian spakuliga at økja um ferðina.

Hann legði út við 3:27 per kilometur og endaði niðri á 3:21.

Julian gjørdist nummar 259 av 38439 rennarum.

Hjartaliga tillukku við metinum