Fríggjadagin tann 12. desember kundu 14 lærlingar á maskin- og timburdeildini á TSK umsíðir hátíðarhalda, at teir høvdu staðið sveinaroyndina
Og eftir nógvar vikur við drúgvum arbeiði kundu teir taka í móti sveinaprógvunum frá skúlastjóranum. Hetta varð heiðrað við røðu frá Sunnvard Andreasen, stjóra í Articon, felagssangi og frálíka góðum mati.
TSK ynskir sveinunum hjartaliga til lukku við prógvunum og blíðan byr.




