Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eiði: Góð útgerð til kavagrevstur

Eiðis Kommuna

Seinastu dagarnar er nógvur kavi komin niður, og okkara røsku kommunumenn hava grivið kava frá morgni til myrkurs.

 

 

Í vetur hevur tó verið eitt sindur øðrvísi at grivið kava, tí Eiðis kommuna samtykti 30. september at keypa nýggja kavaruddingarútgerð.

Í samráð við arbeiðsformann varð avgerð tikin um at keypa eina sokallaða Caterpillar gravimaskinu, sum eisini kann brúkast til annað arbeiði tá eingin kavi er.

Arbeiðsmenninir hava seinastu dagarnar veruliga sloppið at roynt maskinuna, og sigast má at alt hevur gingið upp á stás og maskinan hevur riggað fyrimyndarliga væl.