Unga liðið hjá Team Klaksvík mennist og megnar nú í summum dystum at spæla upp móti mótstøðuliðunum í pørtum av dystum.
Í dag vitjaði KÍF og kollfirðingar fóru avstað við einum 32-25 sigri. Liðini fylgust fyrstu 24 minuttirnar, tá støðan var 11-11. Í hálvleikinum vóru fýra mál á muni. Málini hjá Team Klaksvík skoraðu Beinir Johannesen (6), Jónas Sólsker (5), Tóri Ragnarsson (5), Anfinn S. Kallsberg (4), Jan Eli Ragnarsson (2), Carl C. Vej (2) og Sonni Knudsen.


















































