Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Brekumboðið farið til verka

klaksvik.fo

Móttøka var í dag fyri nýggja Brekumboðnum, sum húsast á Klaksvíksvegi 77 í Klaksvík

 

 

Eilif Magnusson Arge, stjóri, bjóðaði vælkomin og byrjaði við at siga, at hóast hølini á Klaksvíksvegi eru smá, so er hjartarúmið stórt.

Saman við Beintu Løwe, fulltrúa, skal Brekumboðið undir arbeiðið at betra um rættindi og kor hjá fólki, ið bera brek. Ein av uppgávunum er at tryggja, at røddin hjá fólki, ið bera brek, gerst týðiligari í almenna rúminum.

Nógv fólk møttu til hátíðarløtuna, sum var væl umboðað av bæði landsstýrisfólki, løgtingsfólki og samstarvsfeløgum, sum Brekumboðið kemur at hava tætt samband við.

Borgarstjórin, Karl Johansen, var eisini til móttøkuna, og nýtti hann m.a. høvið til at ynskja teimum báðum til lukku við størvunum og vælkomin til Klaksvíkar.

Hann endaði heilsanina við at siga, at ein fjølbroyttur arbeiðsmarknaður skapar trivnað, og ger tað áhugavert at velja kommununa til. Og hesum takkaði hann landsstýriskvinnuni fyri at hava viðvirkað. 

Blíðan byr, Eilif og Beinta.

Harleywoodpaint