Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politiið ávarar um vandamikið rúsevni

politi.fo

Politiið heitir tí á øll um at vera serstakliga ansin, um tey fáa bjóðað guv av elektroniskari sigarett. Tað kann vera ringt at vita við vissu, hvat evni er í sigarettini­

 

Verður roykt í elektroniskum sigarettum

Pinaca (5F-MDMB-PINACA) er eitt slag av tilevnaðum (syntetiskum) rúsevni. Vandin fyri eitran er sera høgur, og hóast rúsandi virknaðurin av Pinaca sigst vera líkur tí, sum THC í hassji gevur, so er nýggja evnið nakrar hundrað ferðir sterkari enn THC.

Í umrødda málinum var talan um 7,2 litur av Pinaca. Tað svarar til okkurt um 220.000 skamtar av evninum, og hesir vóru framleiddir til at roykja í elektroniskum sigarettum. 

 

Politiið ávarar um vandamikla rúsevnið

Pinaca er sera sterkt, og bert fáir guvar kunnu vera lívshættisligir. Vandin fyri eitran av sterka evninum er sera høgur, og dømi eru um fleiri fólk, sum eru endaði í koma av Pinaca. Nýggja evnið hevur eisini verið orsøk ella viðvirkandi orsøk til fleiri andlát í útlondum.  

Politiið heitir tí á øll um at vera serstakliga ansin, um tey fáa bjóðað guv av elektroniskari sigarett. Tað kann vera ringt at vita við vissu, hvat evni er í sigarettini­.