Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Torrasýning á Stongunum

Dávur Winther

Á Torradøgum og eftirfylgjandi dagarnar 16. februar – 1. mars verður listaframsýning í Gallarí Á Stongunum.

Framsýnarar verða Heidi Petersen og Jákup Lervig.

Framsýningin er opin hvønn dag kl. 16 – 18.

Heidi Petersen

Heidi er útbúgvin lærari og býr í Tórshavn. Síðani hon fekk egið verkstað á sumri í 2013 er verulig gongd komin á skapandi listina. Í mong ár hevur hon burturav arbeitt við málningalist.

Heidi hevur havt listaframsýningar í Føroyum og uttanlands.

Jákup Lervig

Jákup er útbúgvin verkfrøðingur og byrjaði í 2008 at mála. Myndaevnini eru sera ymisk, men ofta við einum humoristiskum vinkli.

Seinastu árini hevur hann brúkt stóran part av frítíð síni til at mála. Jákup hevur havt fleiri framsýningar í Føroyum og Danmark.

Gallarí Á Stongunum í Torravikuni: Opið hvønn dag kl. 16 – 18.