Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innsavning til kvinnur úr Nigeria

Tíðindaskriv

Á hvørjum ári – fyrsta fríggjadag í mars – sameinir Bønardagurin kristnar kvinnur í fleiri enn 180 londum í einum heimsumfatandi felagsskapi við bøn og gerðum

 

Í  Føroyum verður Bønardagurin hildin í Kirkjuhúsinum í Hvannasundi og í Mariukirkjuni í Hvannasund, nú fríggjkvøldið kl 19.30. 

Í ár eru tað kvinnur í Nigeria sum hava skrivað tekstin. Evnið er úr Matteus 11,28  – Komið higar til mín, øll sum arbeiða ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. 

Tiltakið er tvørkirkjuligt – allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar. 

Innsavnað verður til frama fyri kvinnur ì Nigeria.