Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøld

Jóhann Lützen

Norðlýsið skipar fyri trimum valfundum undan løgtingsvalinum – í Haraldssundi, á Viðareiði og í Klaksvík

 

Í kvøld kl. 19.30 verður politisku valfundur í bygdarhúsinum í Haraldssundi. Umframt tey lokalu málini, fara vit eisini at tosa um samferðslu, undirvísing og mentan.

 

Í annaðkvøld kl. 19.30 verður politiskur valfundur í skúlanum á Viðarieiði. Vit fara at tosa um lokal mál og síðani eisini um landbúnað og kommunusamanleggingar. 

 

Sunnukvøldið kl. 19.30 verður politiskur valfundur í Varpinum í Klaksvík. Evnini vit fara at tosa um eru Haldføri/fíggjarpolitikk, ríkisrættarliga støðan, heilsuverki/almennaverki og bústaðarpolitikkur. Lokal mál sjálvsagt eisini. Fundurin verður stroymdur á heimasíðu okkara. 

 

Lokalu valevnini luttaka. 

Orðstýrari verður Jóhann Lützen.

Fundirnir eru almennir.