Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-liðnum

Jákup Ósá

16 ára gamli John Ziska Joensen spældi í kvøld sínar fyrstu skrásettu minuttir á besta liðnum hjá KÍ. Hjá teimum lokalu áskoðarunum var hetta helst sera gleðiligt, tí tað er sjáldan, at ungir lokalir leikarar fáa spælitíð á KÍ-liðnum.

Hann kom inn í seinna hálvleiki og stóð seg væl á sentrala miðvøllinum. Hann fyllir 17 ár tann 14. juli.