Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Konsertrøð við sello og flygil

Tekst & Myndir: Dávur Winther

Føroyski pianisturin, Aksel Remmel og kanadiski selloleikarin, Félix Nunes fara kring Føroya at spæla spennandi og vakran tónleik fyri sello og flygil.

Skráin er sett soleiðis saman, at hon er áhugaverd bæði fyri teimum, ið eru nýggj innan klassiskan tónleik og fyri teimum meira garvaðu. 

Í Varpinum í Klaksvík í morgin, leygardagin 2. mai kl. 15.00! 

Shostakovich: Sello Sonata í d-mol, op. 40
Schumann: Fantasiestücke, op. 73
Rachmaninoff: Vocalise
Fazil Say: 4 Cities – Sivas & Bodrum

Sello sonatan eftir Shostakovich er eitt ógvuliga rørandi og spennandi verk. Fantasiestücke, Op. 73 eftir Schumann er ein røð av trimum stuttum satsum, hvør við sínum eyðkendum karakteri.

Vocalise eftir Rachmaninoff inniheldur eina ta mest ikonisku og vøkru melodiina í klassiska repertoirinum. Og at enda spæla teir tvey stykkir úr “Four Cities” eftir Fazil Say, sum ber íblástur úr fólka- og jazz tónleiki. 

Soleiðis skrivar Eyðun á Lakjuni m.a. á FB-vanganum um konsertina í Mentanarhúsinum í kvøld:

Í kvøld havi eg verið til eina framúr góða konsert í Mentanarhúsinum. Tað vóru teir báðir, kanadiumaðurin Félix Nunes, cello og okkara egni Aksel Remmel, flygil, ið spældu. Og fyri at siga tað akkurát, sum tað er, so var góðskan yvir tað vanliga.
Teir spældu ”3 fantasistykkir” hjá Robert Schumann, ”Vocalisa” hjá Rachmaninov og eina cellosonato hjá Sjostakovitj. Harafturat spældu teir eitt verk hjá einum núlivandi týrkiskum tónasmiði, sum eg ikki fekk navnið á.
Sum sagt, so var hetta heilt í topp”.

Konsertir:

  • Leygardagin 2. mai kl. 15.00 – Varpið í Klaksvík
  • Sunnudagin 3. mai kl. 15.00 – Hátún í Tórshavn

Kostnaður 150 kr fyri vaksin og 100 kr fyri lesandi og børn/ung.

MH í Fuglafirði: Aksel Remmel, klaver, og Félix Nunes, sello – Mentanarhúsið

Varpið: Konsert við Aksel Remmel og Félix Nunes – Klaver og sello –

Atgongumerki til konsertina í Hátún kunnu bert keypast við dyrnar.

Síggj og hoyr samrøðu við Aksel Remmel og kanadiski selloleikaran Félix Nunes

Dávur Winther:  Tikið upp

Erik Biskopstø: Klipt og sett saman