Klaksvíkar Hornorkestur spælir stevnutónleik, skótar luttaka og Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður flytir fram røðu. Stórt fýrverk aftaná røðuna.
Aftaná fýrverkið verður midnáttarsangur inni í Varpinum.
Kapelmeistari er Pætur við Keldu á flygli – Noel, Holgar, Torberg á guittar og Haraldur og Hóraldur á harmoniku spæla undir.
Afturat syngja limir úr Klaksvíkar Manskóri syngja fyri.
Løtan frammanfyri Varpið við Klaksvíkar Hornorkestri byrjar kl. 23.30 í kvøld.



