Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

HOTEL KLAKSVIG (KG)!?

Eyðun á Borg

Hatta man vera ein misskiljing

 

KG samsvarar ikki heilt við frælslynta tjóðskaparhugburðin hjá norðoyingum. Skipaskrásetingarstavirnir KG (Klaksvig), FD (Fuglefjord), TG (Trangisvaag) o.s.fr eru vónandi ein farin tíð, har danskt hevði ov stóran leiklut í Føroyum.

HOTEL FUGLEFJORD (FD), HOTEL TRANGISVAAG (TG)!?: Nei, tað høvdu fuglfirðingar og trongisvingar neyvan góðtikið í 2026!

TEAM KG!?: Nei, Tað hevði heldur ikki riggað nú á døgum.

KÁ: Nú mugu vit ikki gloyma, at bókstavurin ”ká” eitur ”ka” í norðoyum (ikki danskt ”kå”), so KK verður úttalað ”KAKA” har norðuri

MISSKILJING?: Kanska er ”KG” misskilt. Onkur vil vera við, at KG sipar til ”Kristian í Grótinum” ella møguliga ”Klaksvíkar Gistingarhús”!

BLÍÐAN BYR!: Fari at enda við at ynskja stjóra, starvsfólki og samtakinum blíðan byr við nýggja hotellinum (KK)!

Við mál- og ferðavinnukvøðu

Eyðun á Borg