Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Søguligur dystur endaði við javnleiki

Jóhann Lützen

Marokko skrivaði HM-søgu móti Brasil, tá liðið í 65. minutti hevði 11 spælarar á vøllinum, sum allir vóru føddir uttan fyri Marokko

 

Tíggju av teimum vóru í byrjunaruppstillingini, og metið varð staðfest, tá Samir El Mourabet og Chemsdine Talbi komu inn sum innskiftarar.

Spælararnir vóru føddir í londum sum Kanada, Spania, Frakland, Belgia og Niðurlondum, men hava valt at umboða Marokko gjøgnum sín marokkanska uppruna.

Hendingin vísir eina nýggjan veruleika í altjóða fótbólti, har fleiri landslið í størri mun byggja á stórar diasporur og spælarar, sum eru uppvaksnir uttan fyri heimlandið hjá foreldrunum.

Marokko hevur seinastu árini verið eitt av teimum fremstu dømunum um hesa gongd. 

Dysturin millum Marokko og Brasil endaði við javnleiki 1-1.