Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ein trúgvur KÍ’ari er farin

Klaksvíkar Ítróttarfelag

Finnur Hvidbro hevur í nógv ár verið ein kend og kær býarmynd í Klaksvík. Mong kenna hann frá teimum mongu túrunum gjøgnum býin í sínum elektriska koyristóli, har hann altíð hevði tíð til eitt prát og eitt smíl

 

Og tað gekk ikki long tíð, áðrenn KÍ varð nevnt Hann hevði eitt serligt hjarta fyri felagnum og fylgdi trúliga við í tí, sum hendi kring KÍ. Hann var góður við Klaksvík og dámdi eisini so sera væl at tosa um fiskarí.

Vit fara at sakna hann og tey mongu góðu prátini um KÍ og lívið annars

KÍ sendir teimum avvarðandi okkara inniligastu samkenslu í hesi sváru tíð. Má Harrin vera hjá tykkum og styrkja tykkum.

Ærað veri minni um Finnur Hvidbro