Harley
Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skráin klár til Livandi Varmakeldu

Jóhann Lützen

Livandi Varmakelda er eitt afturvendandi tónleikakvøld, sum er fyrsta leygarkvøld í juli í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Tiltakið var fyrstu ferð í 2025 og í ár verður Livandi Varmakelda leygarkvøldið tann 4. juli.

Skráin

Kl 21.30 Dyrnar lata upp í Mentanarhúsinum

Kl 22.00 Die Færøsche Polkaband

Kl 22.45 Anfinn & co.

Kl 00.00 FAROE5

Kl 01.15 RSP

Kl 02.00 DJ Antony Charles

Kl 03.45 Liðugt

Gestirnir kunnu vænta sermerktar tónleikaupplivingar, tí ljóð- og ljósgóðskan í Mentanarhúsinum er á sera høgum støðið.

Atgongumerki

Atgongumerki kunnu vekslast til armbond frá kl 20.00 við Mentanarhúsið og í Etasjuni. Tey sum eru undir 18 fáa sermerkt armband, tí barrsøla er í Mentanarhúsinum.

Prísurin er 395 kr. og fer upp á 495 kr. tann 3. Juli.

Keyp á atgongumerki.fo. 

Fyriskiparar

Etasjan skipar fyri Livandi Varmakeldu og eru spurningar um eitthvørt, set teg so í samband við: Ólav Larsen á tel. 504444 / t-post: etasjan@etasjan.fo