Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv

Tíðindaskriv

NYSS (Nordisk Yngre Stryger Stafet) er ein stevna fyri ungar strúkarar í Norðurlondum, sum í hesum døgum verður hildin í Føroyum. Hetta er fimta árið á rað, at stevnan verður hildin og høvuðsendamálið við stevnuni er at geva ungum dugnaligum strúkaranæmingum høvi at hittast í eina viku í teim ymisku norðurlondunum.

Fríggjadagin 31. juli byrjaði stevnan fyri hesar 70 tónleikanæmingarnar í aldrinum 8-16 ár. Í hópinum eru 13 føroyskir luttakarar. Luttakararnir fáa einatímar frá sera dugnaligum lærarum úr øllum norðurlondum, og harumframt framføra tey fyri hvørjum øðrum og venja saman í stóra NYSS orkestrinum og framkomna STAR orkestrinum. Stórur partur av stevnuni snýr seg eisini um at hitta tónleikarar úr øðrum norðurlondum og fáa innlit í mentanirnar hjá hvørjum øðrum. Norðurlendsku luttakararnir sleppa at royna seg í føroyskum dansi og dansispølum, og hoyra føroysk skjaldur, rímur og Kingosang, umframt at tey eisini fara eina útferð.

Høvi verður hjá almenninginum at uppliva, hvat hesir ungu tónleikararnir hava fingið burturúr seinastu dagarnar. Fyrra konsertin verður í Christianskirkjuni í Klaksvík mikukvøldið 5. august kl. 19.30 og tá eru tað evnaríkir einstaklingar og STAR orkestrið undir leiðslu av Bernharði Wilkinson, ið fara at framføra á tímalongu konsertini. Stóra finalukonsertin verður í Norðurlandahúsinum hósdagin 6. august kl. 17.00, og tá fara bæði STAR orkestrið og stóra NYSS orkestrið at framføra undir leiðslu av Mette Hanskov og Bernharði Wilkinson. Á skránni er alt frá løttum ABBA tónum til meira krevjandi verk eftir Purcell, Mozart, Sibelius v.f. Eisini verður ein frumframførsla av verkinum Føroysk Sonata, sum Agnar Lamhauge hevur skrivað til NYSS stevnuna. Fríggjadagin 7. august er stevnan av á hesum sinni og norðurlendsku gestirnir fara heim aftur vónandi við nógvum góðum tónlistarligum og mentanarligum upplivingum úr Føroyum við í skjáttuni.