Harleywoodtekst
Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ráðstevnan Vitan til varandi aling verður 6. november 2026

Jóhann Lützen

Aftur í ár verður vísindaliga ráðstevnan Vitan til varandi aling á Hotel Hilton tann 6. november 2026. Hetta verður so fimtu ferð, at VTVA ráðstevnan verður hildin.

Endamálið við ráðstevnuni er at savna granskarar og fakfólk, ið arbeiða við, ella hava áhuga fyri viðurskiftum knýtt at alivinnuni, og at skapa ein pall fyri vitanardeiling, kjaki og samstarvsmøguleikum.

Tað er longu nú møguligt at senda okkum eitt abstrakt ella hugskot til evni, sum kunnu verða viðkomandi at viðgera á ráðstevnuni.