Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Miðlar: USA ávarar um møguligt russiskt álop á Pólland

Klæmint Klakk

USA hevur sambært pólska miðlinum Onet og bretska blaðnum The Telegraph ávarað Pólland um, at Russland kann fyrireika eina avmarkaða hernaðarliga provokatión fyri at royna, hvussu NATO fer at reagera. Sambært keldunum kann hetta henda innan nakrar mánaðir, hóast Russland enn ikki skal hava tikið endaliga avgerð um eitt slíkt álop.

Sambært ónevndum fregnarkeldum, kann talan vera um eitt dronu- og rakettálop á týðandi undirstøðukervi, eitt inntriv yvir pólska markið ella aðra hybridatsókn. Endamálið er at finna útav, um NATO londini veruliga standa saman, samstundis sum trýst verður lagt á Evropa um at minka um stuðulin til Ukraina.

Søgurnar hava fingið altjóða umrøðu seinasta samdøgrið. Tó hava hvørki USA, NATO ella pólsku myndugleikarnir alment váttað upplýsingarnar, og tí byggir søgan framvegis á upplýsingar frá ónevndum keldum.