Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sangfagnaðarløta í Ebenezer mánakvøldið 27. juli

Jóhann Lützen

Eins og undanfarin ár, verður ein ólavsøkukend sangfagnaðarløta í Ebenezer 27. juli.

Hetta mánakvøldið kl. 19 fara nøkur av fremstu songfólkum okkara at syngja og tónleikarar at spæla.Teirra millum eru:

Magni Christiansen, Heine Lutzen og Svein í Prestgarði, Sámal Hanni og Krista Lognberg, Tey á Váli og unga kvinna Anna Lovisa Mýri.

Harmonikuvinir við teirra 10-15 harmonikum fara at dám á sangkvøldið við at spæla eina góða løtu áðrenn kl. 19.00 – umframt at spæla til allar felagssangirnar, sum verða stuðlaðir av manskórinum.

Endað verður við tjóðsanginum.