Beinir Johannesen, løgmaður, var í studio í Norðlýsinum fríggjadagin, og har lyfti hann lokið av tí, sum hansara fyrsta løgmansrøða fer at snúgva seg um, og segði eisini, hvat Føroya fólk kann vænta av politikkinum í næstum, nú samgongan av álvara fer til arbeiðis eftir drúgva summarfrítíð. Og tað verða í fyrstu atløgu fyrst og fremst tær ungu, komandi barnafamiljurnar, og tey gomlu, sum kunnu gleða seg.
Av teimum meira slóðbrótandi vallyftunum var lyftið um ein barnakekk upp á 20.000 krónur, væl at merkja skattafríar krónur. Ætlanin er, at hann skal koma í gildi frá nýggjárinum av, og fíggingin er longu tøk, greiddi løgmaður frá. Peningurin skal nevniliga takast úr Barsilsgrunninum, sum er væl konsolideraður. Tað merkir, at foreldur fara, tá ið barn teirra er komið í verðina, at fáa 20.000 krónur úr Barsilsgrunninum. Endamálið er, sigur løgmaður, at tað at gerast barnafamilja í Føroyum skal vera eitt lætt val.
– »Tað skal ikki vera av fíggjarligum ávum, at nakar skal setast aftur at stovna familju í Føroyum«, segði løgmaður, og at málið verður sett á skrá nú í heyst og verður tikið við í fíggjarlógararbeiðið tá.
Løgmaður segði eisini, at ætlanin er, at hægstamarkið fyri inntøku, tá tað kemur til at fáa pening úr Barsilsskipanini, skal ikki longur vera umleið 31.000 krónur, sum tað er í dag, men at tað skal hækkast upp í 60.000 krónur. Hetta út frá sjónarmiðinum, at foreldur ikki skulu fara niður í løn, tá tey fara í barsil. Her skal tó beinanvegin gerast vart við, at løgmaður ikki segði, at tað hækkar upp í 60.000 krónur í einum høggi, men at tað er nakað, sum fer at henda líðandi.
Mótrokning hjá pensiónistum byrjar ikki fyrrenn við 300.000 krónur í ársinntøku
Somuleiðis er ætlanin, at pensiónistar ikki longur skulu mótroknast frá tí, at teir forvinna 61.900 krónur um árið. Hendan upphæddin svarar til minni enn 5.200 krónur um mánaðin, og verður tí mongum roknað sum alt ov lág fyri, at mótrokning eigur at fara fram. Ikki minst tá ið ein hugsar um, at Føroyum tørvar arbeiðsmegi, og tað í fleiri førum er neyðugt at fáa útlendska arbeiðsmegi til landið.
Her ætlar samgongan, at tað framyvir skal ein væl hægri inntøka til, áðrenn byrjað verður at mótrokna. Tó hevur ávísur orðadráttur verið millum Margit Stórá, landsstýriskvinnu á økinum, og Helga Abrahamsen, tingbólkaformann hjá Sambandsflokkinum, í miðlunum um evnið. Løgmaður segði samrøðuni við Norðlýsið, at tað, sum stendur í samgonguskjalinum, skal fremjast í verki – undantak kann bara gerast, um nakað uppaftur betur fæst.
Og í samgonguskjalinum stendur, at ”Markið fyri mótrokning av arbeiðsinntøku í fólkapensjón skal hækkast upp í 300.000 [krónur árliga, blðm.], og samstundis verður mótrokningarprosentið hækkað upp í 30 prosent.”
Margit Stórá segði við Kringvarpið, at hon fer at gera, sum samgonguskjalið fyriskrivar, men var meira ivasom um dagfestingina fyri, nær mótrokningin við hámarkinum upp á 300.000 krónur í ársinntøku skuldi koma í gildi. Dagfestingin er ikki tilskilað í samgonguskjalinum.
Men í samrøðuni við Norðlýsið skar løgmaður ígjøgnum: – »Tað ætla vit at gera frá 1. januar«.
Hoyr samrøðuna við løgmann niðanfyri.
