Harleywoodtekst
Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talvudagur fyri Føroysku Sjómansmissiónina

Jóhann Lützen

Fimti sunnudagur eftir tríeindardag, sum í ár er 5. juli, er vanliga innsavnan í kirkjunum um landið til Føroysku Sjómansmissiónina.

Talvudagurin er týðandi partur av fíggjarligu orkuni hjá Sjómansmissiónini, sum hevur havt skipað arbeiði millum sjófólkið síðani 1918.
 
Høvuðsuppgávan hjá Sjómansmissiónini er at fáa Guds orð út til sjófólkið. Tí gevur Sjómansmissiónin sangbøkur, bíbliur, lestra- og andaktsbøkur, geymar við kristnum sangum o.a. tilfar til føroysk skip, samstundis sum hjúklað verður um sjófólkið við vitjanum, jólapakkum,o.ø. 

Í 2025 vóru 332 skips- og bátavitjanir og 1160 jólapakkar fóru latnir umborð á 102 skip.

Alt arbeiðið hjá Sjómansmissiónini verður fíggjað við gávum.
Vón og bøn okkara er at tikið verður væl undir við hesi áheitan.
Takk fyri!

Føroyska Sjómansmissiónin hevur hesar konti:

Føroya Banki                     6460-151.120.5

Betri Banki                        9181-497.551.2

Norðoya Sparikassi          9865-103.429.9

Suðuroyar Sparikassi       9870-428.207.9