Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Bárður sigur nei til at strika fiskidagarnar hjá útróðrinum

Jóhann Lützen

Samstundis verður fiskidagaskipanin nú eftirmett, og ætlanin er at geva bólki 5 fleiri fiskidagar longu í inniverandi fiskiári

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, fer ikki at strika fiskidagaskipanina fyri smærru útróðrarbátarnar í bólki 5.

Í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Sámal Peturi í Grund vísir hann á, at bólkur 5 í góðum fiskiárum stendur fyri einum stórum parti av føroysku toskaveiðuni. Í 2025 avreiddu bátarnir góð 3.600 tons av toski, umleið ein triðing av samlaðu føroysku toskaveiðuni undir Føroyum.

Sambært landsstýrismanninum avreiða útróðrarbátarnir eisini meira av smáum toski enn aðrir bólkar. Tí eigur bólkur 5 framvegis at vera fevndur av fiskidagaskipanini fyri at verja fiskastovnarnar.

Sí svarið her.