Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ongar ætlanir um dialysu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Jóhann Lützen

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, hevur í løtuni ongar ítøkiligar ætlanir um at seta dialysuviðgerð í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Í svari til ein skrivligan fyrispurning frá Eiriki í Jákupsstovu vísir hon á, at serlæknarnir í nýrasjúkum staðiliga mæla frá at seta fleiri dialysusatellittar á stovn í Føroyum. Sambært teimum eigur hæmodialysa í størstan mun at verða miðsavnað fyri at tryggja høgt fakligt støði.

Dialysutilboðið á Suðuroyar Sjúkrahúsi varð sett í verk sum ein serlig loysn vegna tyngjandi sjóvegis ferðing hjá sjúklingum í Suðuroynni.

Landsstýriskvinnan sigur, at munurin á Suðuroynni og Klaksvík ikki stavar frá viðurskiftunum á sjúkrahúsunum, men frá serligu ferðaviðurskiftunum og teimum læknafakligu tilmælunum.

Sí svarið her.