Á møtinum í Betesda sunnukvøldið 26. juli vitja hjúnini Claire og Craig Niclasen, sum virka fyri HARRAN í Birmingham í Onglandi.
Á møtinum fer Claire at greiða frá verki teirra, har hennara uppgáva er at virka sum ráðgevi og stuðul hjá øðrum trúboðarum, ið virka kring um í heiminum.
Eisini fer Jákup Eli Østerø at hava eitt orð.
Claire er úr Birmingham í Onglandi, og Craig er sonur Liz og Ragnar Niclasen, sum er hiðani úr Klaksvík. Hann gekk á bíbliuskúla hjá NTM í North Cotes í Onglandi árini 2002–2003. Eftir hetta vóru tey bæði í trúboðaravenjing í 2005–2006, eisini hjá NTM í Onglandi. Í dag virka tey, sum nevnt, fyri Harran í Birmingham í Onglandi.
Claire og Craig eiga tríggjar døtrar, og tey eru øll fimm við á vitjanini her í Føroyum.
Á møtinum sunnukvøldið verður høvið at hoyra um tænastu teirra og at heilsa uppá tey.
Hjartaliga vælkomin 🙂