Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Veðrið í vikuni

Hanus Kjølbro

Eingin ivi er í veðurkortunum í dag: summarveðrið er fyribils sett á pausu. Frá góðum summarveðri við sól og nógvum hita, fara vit at hava eitt annað slag av summarveðri hesa vikuna. Frá svidnum grasplenum og næstan turrum vatnbrunnum til grønari bø og eplaveltur, og onga hóttan um vatntrot hjá nakrari kommunu.

Eitt lágtrýst stendur í landnyrðing úr Fugloynni, og tað sendir kaldari luft ímóti okkum saman við ælaveðri av útnyrðingi. Vikan byrjar tí líka, sum vikuskiftið var. Týsdagin er tað viknað so mikið, at veðrið fer at vera betri, men ikki leingi, tí eitt annað lágtrýst fer á ólavsøku eystureftir beint tvørtur um okkum. Tað fer at leggja seg á sama stað sum tað fyrra, so mikudagin og vikuna út fer veðrið aftur at vera tað sama sum hetta vikuskiftið.

Hyggja vit longur fram, sæst broyting í veðrinum (til tað betra) um eina viku ella so. Tað lata vit liggja fyribils . . . .    

Veðrið fram til næsta vikuskifti:  

Mánadagin:

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt. Móti middegi dregur á luftina norðaneftir. Seinnapartin gongur hann upp í útnyrðing og minkar niður í, 3 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Um kvøldið lítið lot, minni enn 5 m/s. Um náttina lítið lot av ymsum ættum, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 8 til 12 stig.


Týsdagin – ólavsøkuaftan:

Lítið lot eystan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Seinnapartin veksur vindurin upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, enn eystan við skiftandi skýlofti og ælaveðri. Sum frá líður fer at regna. Um kvøldið lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, samdrigið og samregn. Um náttina lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn, sum frá líður ælaveður. Hitin 8 til 12 stig.


Mikudagin – ólavsøkudag:

Lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið, í støðum onkur sólglotti. Seinnapartin gongur hann niður í vestan. Hitin 9 til 12 stig.


Hósdagin:

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Um náttina lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og regn. Hitin 9 til 12 stig.


Fríggjadagin:

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, við skiftandi skýlofti og regni. Seinnapartin minkar hann niður í lítið lot av ymsum ættum, enn skiftandi skýloft men ælaveður. Hitin 9 til 12 stig.