Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

4 leikarar til KÍ

Jógvan Skorheim

Kvinnuliðið hjá KÍ hevur fingið 4 leikarar úr NSÍ áðrenn flytingarvindeygað læt aftur kl. 16.00 í dag.

KÍ hevur styrkt seg munandi til seinnu helvt á kappingarárinum, sum fer í gongd eftir summarfrítíðina. Talan er um Sólju Vinjardsóttir Johansen, Heidi Sevdal, Daniu Andrasdóttir og Helgu Mikkelsen. Allar hava havt stóran týdning fyri NSÍ, og við tilgongdini hevur KÍ styrkt munandi um breiddina á hópinum, sum nú telur 12 landsliðsleikarar.

– At fáa 4 góðar leikarar afturat hópinum er sera spennandi, tí hópurin hevur ikki verið so breiður, sum hann hevur verið undanfarin ár. Hetta ger, at vit eru ikki líka sárbar fyri skaðum, og vit kunnu styrkja munandi um kappingina um plássini á liðnum, bæði til venjing og dyst, sigur Jógvan Skorheim, ið hevur ábyrgd av KÍ kvinnunum.

– Leikararnir koma upp í venjingina beint eftir summarfrítíðina. Vit gera í løtuni klárt til Champions League mini-kapping, sum skal spælast í Kosovo. Tann hópurin er longu úttikin og fer avstað sunnudagin. Tí byrja nýggju leikararnir at venja saman við liðnum, so skjótt vit eru komin aftur úr Kosovo.

KÍ ynskir Heidi, Helgu, Daniu og Sólju hjartaliga vælkomnum í KÍ hópin.